FM kappingin fyri veteranar
Myndasavn
Kappingin gjørdist sera spennandi móti endanum, tá fleiri pør løgu rættiliga jøvn í oddinum. Dia Jacobsen og Marner Joensen vunnu tó greitt, men kappingin um annað og triðja plássið millum Jens Paula G. Nolsøe - Hans Jacob Petersen og Dánjal Paula Mohr - Árna M. Dam endaði við javnleiki. Eisini innanhýsis-umfarið millum hesi bæði pørini endaði javnt, og mátti tí lutakast til fyri at avgera, hvør skuldu fáa silvur, og hvør bronsu. Lutakastið vunnu Jens Pauli og Hans Jacob.
Ein sera hugnalig kapping, har alt gekk væl. Kappingarleiðari var Bogi Simonsen.
Endaliga úrslitið:
1. Marner Joensen - Dia Jacobsen 30
2. Jens Pauli G. Nolsøe - Hans Jacob Petersen 25
3. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam 25
4. Øssur Winthereig - Helgi Arnϸórsson 19
5. Danny Danielsen - Haldor Ellingsgaard 9
6. Jákup Hjaltalin - Arnbjørn Sivertsen 4
7. Mortan Rasmussen - Bjarki Johannesen 4
8. Salomon Johansen - Zakaris Joensen 3
9. Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen -16
10. Malan Thomson - Connie Thomsen -27
11. Páll Sigmundur Sørensen - Mogens Højsted -30
12. Maria V. Hansen - Jóna Frida Hentze -46