Liðini, ið ikki komu í semifinaluna, spæla um at vinna bólkaspælið – ella B finaluna.
Tey seks liðini skulu spæla ein dyst á 16 spøl ímóti hvør øðrum.. Tey fyrstu trý umførini vóru leikt í Bridgehúsinum leygardagin 8. februar, og liðið hjá Óla Holm hevur lagt seg á odda. Við á liðnum hjá Óla eru eisini Hans Jacob Petersen, Hans í Líðini og André Dalfoss.
Úrslitini leygardagin vóru:
Jassarnir – Anna Olsen 10,91 – 9,09 dystarstig (23-20 imp)
Óli Holm – Hans Emil Haraldsen 19,43 – 0,57 dystarstig (53-0 imp)
Oddmar Danielsen – Danny Danielsen 4,62 - 15,38 dystarstig (29-51 imp)
Anna Olsen – Danny Danielsen 6,48 – 13, 52 dystarstig (16-29 imp)
Oddmar Danielsen – Hans Emil Haraldsen 19,07 – 0,93 dystarstig (71-22 imp)
Jassarnir – Óli Holm 15,38 – 4,62 dystarstig (20-42 imp)
Óli Holm – Anna Olsen 18,55 – 1,45 dystarstig (67-23 imp)
Oddmar Danielsen – Jassarnir 17,72 – 2,28 dystarstig (57-20 imp)
Danny Danielsen – Hans Emil Haraldsen 13,52 – 6,48 dystarstig (47-34 imp)
Støðan eftir 3. umfar:
Óli Holm 53,36
Danny Danielsen 42,42
Oddmar Danielsen 41,41
Jassarnir 17,81
Anna Olsen 17,02
Hans Emil Haraldsen 07,98
Tey síðstu tvey umførini verða spæld í Bridgehúsinum leygardagin 21. mars.