Aftur til tíðindasavn

Akureyri (Norðurlandi-eystra) í døgunum 16-17. mai 2020

15 jan 2020

Kjördæmamótið 2020 verður leikt á Akureyri (Norðurlandi-eystra) í døgunum 16-17. mai 2020.


FBS hevur tikið avgerð um at luttaka í hesi kapping við einum liði. Eins og undanfarin ár verður liðið manna við 8 pørum (16 spælarum) ið leika á 1-4 borði.


Farið verður úr Føroyum við Atlantsflog fríggjadagin 15. mai 2020, kl. 07.40 og komið verður heim aftur mánadagin 18. mai 2020, kl. 18.30. Koyrt verður millum Keflavík og Akureyri við 4 leigubilum, og skulu vit sostatt hava í minsta lagi 4 bilførarar.


Viðvíkjandi gisting verður í løtuni bíða eftir at fyriskipararnir greiða frá hvørjir møguleikar eru. Í tann mun tað er gjørligt verður hædd tikin fyri ynskjum um einkult-kømur, sum tó møguliga kemur at hava við sær ein eyka kostnað sum vit ikki kenna í løtuni. Tískil hevði verið gott um áhugaðir leikarar kundu boða frá hvørt teir ynskja at sova í einkult-kamari.
Sum kunnugt er ein reglugerð ið ásetir hvussu hópurin til Kjördæmamóti skal mannast. Talan er tó um eina lutfallsliga gamla reglugerð, ið ikki verður mett at vera tíðarhóskandi. Tískil hevur nevndin í FBS tikið avgerð um at tað skal standa øllum spælarum frítt at boða frá hvørt teir eru áhugaðir í at luttaka í Kjördæmamótinum 2020. Tó verður mælt til at boða verður frá sum par og ikki sum einstaklingur.


Heitt verður á allar áhugaðar spælarar um at boða FBS frá við telduposti til bridge@bridge.fo í seinasta lagi 15. mars 2020.


Nevndin í FBS úttekur endaliga hópin, og verður nevnda reglugerð nýtt vegleiðandi í hesum sambandi. Hópurin verður kunngjørdur 1. apríl 2020.


Eins og undanfarin ár er egingjaldið ásett til kr. 3.000 pr. persón, meðan FBS rindar restkostnaðin. Egingjaldið skal rindast á konto 9181-1744730 í Betri Banka í seinasta lagi mánadagin 6. apríl 2020.


Vinarliga
FBS

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30