Aftur til tíðindasavn

FM liðkappingin

12 jan 2020

Greitt er nú, hvørji fýra lið koma í hálvfinalurnar. Ta spennandi kappingina um tað fjórða og seinasta plássið í hálvfinaluni vann liðið hjá Finni Ougaard í harðari kapping við liðini hjá Oddmari Danielsen og Danny Danielsen.

Innleiðandi umfarið í FM kappingini fyri lið var liðugt leikt leygardagin 11. januar. Fýra tey fremstu liðini fara víðari til hálvfinalurar, og hini seks skulu spæla nýggja kapping um at vinna B-raðið.

Liðini, sum komu í hálfinaluna, eru:

Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Egil Sondum.
Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen, Jákup Hjaltalin, Dia Jacobsen, Arnbjørn Sivertsen (og Jens Midjord, sáli).
Allan Dal-Christiansen - Pól Egholm, Rói á Rógvu Joensen, Magni Jøkladal, Robert Langgaard og Símun Lassaberg.
Finn Ougaard - Høgni Jacobsen, Salomon Johansen, Zakaris Joensen, Mortan Rasmussen og Bjarki Johannesen.

Størsti spenningurin var um tað fjórða plássið til hálvfinalurnar, har liðini hjá Finni, Oddmari og Danny góvu hvørjum øðrum ein skarpan gang. Tað sá leingi út til, at antin Oddmar ella Danny fóru við hesum sigrinum, men við einum 20-0 sigri í síðsta dystinum, dróg Finn longsta stráið.

Næsta umfar í FM liðkappingini verður spælt í Bridgehúsinum leygardagin 8. februar kl. 12. Tá verða hálvfinalurnar leiktar, og B-raðið spælir teir fyrstu tríggjar dystirnar av tilsamans fimm. Gongur alt eftir ætlan, verða hálvfinalurnar vístar beinleiðis á netinum úti á BBO (www.bridgebase.com).

Úrslitini úr kappingini:

AS 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30