Aftur til tíðindasavn

FM fyri lið

24 nov 2019

Kappingin um at koma millum fýra tey fremstu, sum fara til semifinalurnar, er hørð.

Liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Boga Simonsen vunnu stórar sigrar í teimum trimum dystunum leygardagin og hava mestsum longu tryggjað sær hvør sítt pláss í semifinalunum, nú bara trý umfør eru eftir at spæla. Men kappingin um hini bæði plássini er hørð millum fýra lið. Liðini hjá Oddmari Danielsen, Danny Danielsen, Allan Dal-Christiansen og Finn Ougaard liggja sera jøvn á teimum næstu plássunum.

Trý tey seinastu umførini í innleiðandi kappingini verða spæld leygardagin 11. januar í Bridgehúsinum í Havn. Eftir innleiðandi umfarið fara fýra tey fremstu víðari til semifinalurnar, og hini seks liðini spæla um at vinna B bólkin, har tey spæla skulu ein dyst móti hvørjum øðrum.

Úrslitini leygardagin:

4. umfar (kl. 12.00 - 14.20)
Anna Olsen – Oddmar Danielsen   0,51 – 19,49
Danny Danielsen – Jassarnir   17,56 – 2,44
Hans-Emil Haraldsen – Finn Ougaard   0,00 – 20,00
Allan Dal-Christiansen – Óli Holm   20,00 – 0,00
Dánjal Pauli Mohr – Bogi Simonsen   7,47 – 12,53

5. umfar (kl. 14.35 – 16.55)
Bogi Simonsen – Anna Olsen   20,00 – 0,00
Óli Holm – Dánjal Pauli Mohr   0,83 – 19,17
Finn Ougaard – Allan Dal-Christiansen   3,34 – 16,66
Danny Danielsen – Hans-Emil Haraldsen   20,00 – 0,00
Oddmar Danielsen – Jassarnir   14,94 – 5,06

6. umfar (kl. 17.25 – 19.45)
Anna Olsen – Jassarnir   6,52 – 13,48
Hans-Emil Haraldsen – Oddmar Danielsen   0,00 – 20,00
Allan Dal-Christiansen – Danny Danielsen   14,68 – 5,32
Dánjal Pauli Mohr – Finn Ougaard   20,00 – 0,00
Bogi Simonsen – Óli Holm   20,00 – 0,00

 

Støðan eftir 6. umfar

1. Dánjal Pauli Mohr       104,20
2. Bogi Simonsen            103,08
3. Oddmar Danielsen        84,93
4. Danny Danielsen           79,67
5. Allan Dal-Christiansen  77,43
6. Finn Ougaard                 69,48
7. Óli Holm                         33,02
8. Jassarnir                        29,81
9. Anna P. Leo Olsen         15,04
10. Hans-Emil Haraldsen    3,34

 

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30