Aftur til tíðindasavn

Kapping fyri bridgeskúlanæmingar og onnur við lítlum royndum

08 nov 2019

Tíðindaskriv frá Havnar Bridgefelag

Sum nakað nýtt skipar Havnar Bridgefelag fyri einari serligari kapping fyri okkara nýggju spælarum og næmingunum í bridgeskúlunum – eitt C rað. Eldri spælarar kunnu eisini taka lut, um teir ynskja tað. Tað, sum fer at gera hesa kappingina áhugaverda fyri nýggjar spælarar er, at tey spæla færri spøl og fáa meira tíð til hvørt spæl. Eisini verður loyvt undir meldingunum at kaga í bøkur og listar og at spyrja um, hvat ein ávís melding merkir. Sjálvt spælið verður sum vanligt.

Tað er ikki neyðugt at møta upp við makkara, tí fleiri av hinum mangla eisini makkara, og tit verða sett saman á spælistaðnum. Gongur talið ikki upp, verður onkur royndur spælari til staðar og spælir við tí, sum leypur av.

Hendan kappingin verður í Bridgehúsinum í Havn hóskvøldini 21. november, 5. desember, 16. januar, 30. januar og 13. februar. Kappingarleiðarin í Havnar Bridgefelag, Knud Mogens Lindhard, sigur, at tað er ikki neyðugt at melda seg til kappingina frammanundan, men hjá kappingarleiðaranum er tað ein fyrimunur at vita á leið, hvussu nógv ið koma, so tað er gott, um tit tekna tykkum nakrar tímar, áðrenn vit byrja at spæla. Hetta kann gerast við at senda teldupost til:

 havnarbridgefelag@gmail.com

Byrjað verður at spæla hóskvøld kl. 18.45. Møtið í góðari tíð! Tað er rúm fyri í mesta lagi 6 borðum (12 pørum) í innara rúminum, har C raðið spælir. ”Først til mølle...”

Tað er ókeypis at spæla í C-raðnum!

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST