Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Dánjal Paula Mohr lagt seg á odda, liðið hjá Boga Simonsen beint í hølinum

05 nov 2019

FM kappingin fyri lið Bridgehúsið, 2. november 2019

Á myndini síggja vit landsliðið, sum í juni var í Noregi og spældi við í NM kappingini. Aftast frá vinstru Dánjal Pauli Mohr og Dia Jacobsen. Fremst frá vinstru Árni M. Dam, Jákup Hjaltalin, Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen.
    Tað er ikki av tilvild, at hesi trý pørini hava lagt seg á odda í Butlaranum eftir trý tey fyrstu umførini eru spæld í FM kappingini fyri lið, og at liðini hjá teimum liggja sum nr 1 og nr 2. Við á liðnum hjá Dánjal Paula, sum liggur á fyrsta sæti, eru eisini Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen. Jens Midjord og Arnbjørn Sivertsen eru triðja parið á liðnum hjá Boga, sum liggur á øðrum sæti.


Støðan eftir 3. umfar

1. Dánjal Pauli Mohr        57,56

2. Bogi Simonsen             50,55

3. Finn Ougaard               46,14

4. Danny Danielsen          36,79

5. Óli Holm                        32,19

6. Oddmar Danielsen        30,50

7. Allan Dal-Christiansen  26,09

8. Jassarnir                         8,83

9. Anna P. Leo Olsen           8,01

10. Hans-Emil Haraldsen    3,34



Tey 3 fremstu pørini í Butlaranum (28 pør tilsamans):

1. Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen   18,79 (2)

2. Dánjal Pauli Mohr - Árni M. Dam    18,27 (3)

3. Jákup Hjaltalin - Dia Jacobsen       15,20 (2)

Skrivað: Arnbjørn Sivertsen

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30