Aftur til tíðindasavn

FM-lið kappingin 2019/2020

01 nov 2019

FM-lið kappingin 2019/2020 verður skipað soleiðis: Fyrstu 3 vikuskiftini (2/11, 23/11 & 11/1) spæla øll liðini grundspæl. Her verða spældir 9 dystir á 20 spøl, har øll liðini spæla ein dyst móti hvørjum øðrum. Øll liðini spæla 3 dystir hvørt vikuskifti.

Eftir at grundspælið er liðugt verður farið undir endaspælið.

Liðini sum endaðu á 1-4 plássi í grundspælinum spæla hálv-finalur, finalu og dyst um triðja plássið. Vinnarin av grundspælinum vinnur sær rættin til at velja mótstøðulið í hálv-finaluni.

Liðini sum endaðu á 5-10 plássi í grundspælinum dystast í endaspælinum sínamillum um at vinna hendan bólkin.

Øll stig sum eru vunnin í grundspælinum falla burtur tá farið verður undir endaspælið.

Endaspælið verður leikt tey bæði seinastu vikuskiftini (8/2 og 21/3).

8/2 verða leiktar hálv-finalur. Í hálv-finalunum verða leikt 48 spøl, og spælt verður við skermum.

Samstundis leika nr 5-10 í grundspælinum fyrstu 3 dystirnar av 5 í teirra endakapping. Dystirnir eru á 16 spøl (48 spøl í alt) og spælt verður ikki við skermum.

Kappingin endar leygardagin 21/3: Hendan dagin spæla vinnararnir av hálv-finalunum FM-finaluna. Í finaluni verða leikt 64 spøl, og spælt verður við skermum. Finalan byrjar kl 10.00.

Dysturin um triðja plássið verður eisini leiktur hendan dagin. Í hesum dystinum verða spæld 32 spøl. Spælt verður uttan skermar, og byrja verður kl 12.00.

Samstundis spæla nr 5-10 seinastu 2 dystirnar í teirra endakapping. Eisini hesir dystir eru á 16 spøl (32 spøl í alt), og byrja verður kl 12.00.

Vinningar verða lætnir til nr. 1-3 umframt til bólkavinnaran.

Vónandi fáa vit við hesum eina áhugaverda kapping fyri allar partar, og ein seinasta leikdag har øll hava ein leiklut, samstundis sum møguleiki er fyri at fylgja seinastu spølunum í finaluni (møguliga verður finalan ella partar av finaluni víst á stórskýggja og/ella á BBO).

Vinarliga

FBS

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30