Aftur til tíðindasavn

Eitt spæl

31 okt 2019

Meldingarnar kunnu ofta vera ein góð hjálp, tá spæliplanin skal leggjast til rættist

Meldingarnar ganga sum víst omanfyri og tú skalt taka støðu til títt meld. Soleiðis sum vit spæla, so er meldingin upplýsingsdobling. Makkarin hevur mest sannlýkt 4144 fordeilng. Tað er faktiskt ikki heilt ósannlýkt, at vit kunnu vinna 4sp, sjálvt um vit ikki hava nógv stig, men tá makkarin heldur opið, so skulu vit helst ikki straffa hann við at melda for høgt, so vit melda 2spar. Meldiforløbið heldur nú fram:

Tað lukkaðist at fáa teir eitt trin hægri, so kanska skulu vit gevast meðan væl er. Hinvegin hava vit næstan heilt sikkurt 9 trumfir, mótparurin hevur helst eisini 9 trumfir, so vit melda 3sp. Nú gongur pass runt og útspælið er 2 ferðir hjartari, sum vit trumfa á borðinum og spæla spar, Norðan leggur lítlan, hvat nú?

Tað sær út til, at sunnan hevur AKQJTxx í hjartara og um vit kníba nú, so tapur kníbingin til einsamallan honnør og so kemur hjartari aftur til trumf á borðínum og norðan trumfar yvir. Betur er at taka við essinum og um ein honnørur kemur frá norðan trumfa vit síðsta hjartaran á borðinum. Um sunnan betjennur lágt til spar ess, so er helst best at satsa uppá at spæla spar aftur og hopa at sparurin situr 2-2.

Vit stinga við essinum og sunnan leggur damuna. Vit trumfa hjartara á borðinum. Norðan trumfar yvir og spælur trumf aftur. Støðan er nú:

Um sunnan hevur 1723 fordeiling og norðan hevur kleyvar damu og drong, so kunnu vit fáa rest við at dykka ein rútara og síðani skvisa norðan í minorfarvunum. Hvussu gera vit tað?

Jú, fyri at ein skvis skal virka, so skal ein hava rest minus 1 stikk. Sum nú er, hava vit 2 tapara, so vit mugu fyrst geva teimum eitt stikk áðrenn vit kunnu fáa skvisina at virka. Vit spæla tí rútara til lítlan heima, soleiðis at sunnan fær stikkið. Tað er líkamikið, hvat hann spælur aftur. Um hann spælur kleyvara, stinga vit á borðinum og spæla okkum heim uppá rútar ess og spæla allan sparin. Aktuelt spælar sunnan hjartara aftur. Vit kasta rútara á borðinum og trumfa heima. Nú er bara eftir at spæla sparin og so prøva um 1 eyka stikk kann fáast í kleyvara ella rútara!

Alt spælið sæst niðanfyri:

Hetta spælið er frá einum liðdysti á BBO. Vit hitt borðið meldaðu Árni og Balli 4H og fingu spar drong út. Vestan valdi, at dykka og so vóru 10 stikk heima.

Skrivað: Símun Lassaberg

Seinastu tíðindi

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30

22. mar 2024

FM-Blandað Pør - AVLÝST