Aftur til tíðindasavn

Hvør koppar Boga

03 mar 2024

Bogi hevur vunnið hvørjaferð, sum Tórshavnar Bridgefestivalur hevur verið, koppar nakar honum í ár? Higartil hava 56 pør skrásett seg, enn ber til at tekna seg. Niðanfyri er tíðindaskriv, sum í dag er sent føroysku fjølmiðlunum.

Tórshavnar Bridgefestival verður hildin í Havn frá hósdegnum 7. til og sunnudagin 10 mars. Millum teir 120 bridgespælarar sum seta seg við bridgeborðini er føroyski bridgeúrmælingurin Bogi Simonsen, sum hevur vunnið Tórhavnar Bridgefestival tær fýra ferðir festivalurin hevur verið.

Bridge er spæl fyri pør og Bogi hevur vunnið saman við norska Nils Kvangraven og tríggjar ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni. Av teimum 120 bridgespælarunum eru omanfyri helvtina útlendskir spælarar, teirra millum onkur heimsmeistari. Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi og knappliga 30 íslendskir spælarar koma hendan veg, teirra millum ársins bridgespælari í Íslandi Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Eisini koma 9 finskir spælarar at royna seg.

Spenningur er um Bogi og Bjarni Hólmar Einarson aftur fara at vinna í ár. Spurningurin er um nakar kann koppa teimum? At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen, sum hava vunnið fleiri kappingar í ár, Pól E. Egholm og Magni Jøkladal hava eisini roynst væl, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr plaga altíð at standa seg væl, og teir munnu eisini fara at vera frammarlaga, tá ið gjørt verður upp leygardagin 9. mars.

Flestu árini hava kappingarnar verið rættiliga javnar, eitt árið var so javnt millum nummar tvey og trý, at hevði nummar trý tikið tvey stikk meira enn nummar tvey – av teimum tilsamans 11.000 stikkunum, sum vóru at taka í kappingini, so var býtt um millum tey bæði pørini.

Hetta er fimtu ferð at Føroya Bridgsamband skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali. Í ár verður spælt í Dansifrøi í Havn. Jákup Sørensen er fyrireikari av festivalinum vegna Føroya Bridgesamband.

Tit síggja pørini her: https://bridge.fo/238 

Skrivað: Jákup Sørensen

Seinastu tíðindi

01. mai 2024

FM-PØR

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30