Aftur til tíðindasavn

Liðið hjá Jóannes Mouritsen lagt seg á odda í FM kappingini fyri lið

25 feb 2024

Myndasavn

Leygardagin 23. februar 2024 vóru ávikavist 2 dystir í A-bólkinum og 3 dystir í B-bólkinum í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali.

Úrslitini frá dystunum í A-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi:

Úrslitini frá dystunum í B-bólkinum, sum leiktir vórðu hetta vikuskiftið, vóru hesi

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Seinastu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. apríl 2024, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.

Skrivað: Oluf Müller

Seinastu tíðindi

01. mai 2024

FM-PØR

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30