Aftur til tíðindasavn

ÚTSETT vegna Korona !SBF: Leygardagin 06. - Sunnudagin 07. Novembur 2021 á Tvøroyri

29 okt 2021

ÚTSETT ! Bridge-stevna á Seglloftinum á Tvøroyri - Til minnist um Randi Strøm, Dia Poulsen og Hans í Líđini

Myndasavn

Góđu bridgespælarar! Bridge-stevna á Seglloftinum á Tvøroyri ER ÚTSETT orsaka av koronastøđuni eftir tilmæli frá Tv.kommunu. Vit eru eisini bangin fyri at fleiri avbođ koma. Skjótast tilber leggja vit eitt nýtt dato eftir vit í SBF hava tosađ saman. Vit eru sjálvanddi sera hørm um hetta, men vóna kortini tit taka væl undir viđ ætlađu bridgestevnuni og møta fjølmemt.
Hetta verđur lagt til rættis saman viđ Bridgesambandinum.
SBF
Connie, Arnbjørn og Helgi

6. - 7. NOV 2021 verður Bridge-stevna á Segllofttinum á Tvøroyri - Til minnist um Randi Strøm, Dia Poulsen og Hans í Líđini


Góđu bridgespælarar !


Okur hava í hyggju at hava eitt bridgevikuskifti til minnis um Randi Strøm, Dia Poulsen og Hans í Líđini - tríggir spælarar í SBF (Suđuroyar Bridge Felagi) sum allir vóru aktivir spælarar til tađ síđsta. Hesir limir okra andađist allir innan eitt gott ár - Ikke bert er tađ ein stór sorg og saknur fyri okum í felaganum og bridge í Føroyum, men eisini hava okur mist meginpartin av einum borđi. Eitt borđ burtur av fýra ger mun og nú er torført at manna trý borđ.
Vikuskiftiđ 6-7 nov er ætlanin at hava kappingina á Seglloftinum á Tvøroyri fyri øllum bridgespælarum úr øllum Føroyum, iđ have hug at spæla - Einasta krav er at okur melda til sum pør


Okur byrja leygarmorgun 09:45 viđ eini kapping uppá uml. 60 spøl uml 1/2 tíma aftaná Smyril hevur lagt at og spæla fyrru helvt til kl 14 og so ábit (møguliga smyrjibreyđ) og síđan verđur hildiđ áfram kl 15 og borđhald uml. kl 19. - Viđ borđhaldiđ fer okra Óli at hugleiđa um Randi, Dia og Hans - Falnu kempur okra - Annars verđur orđiđ frítt og hugleiđingar um bridge í Føroyum gjøgnum tíđirnar og stuttligar søgur eru vælkomnar, júst í teirru ond, sum tey trý, iđ farin eru høvdu viljađ. Alt kann tvinnast saman saman viđ virđing - Sorg, saknur, stuttleiki og hugni


Sunnudag kl 12 (ella har á leiđ) byrja vit eina einkultmanskapping fyri teim sum ikki fara norđ fyrsta túr - og kanska onkur svevur yvir seg eisini ???? og fyri teimum lokalu sjálvandi - Til hesa kapping kunnu vit melda til dagin fyri.
Annars kunnu vit saman viđ teimum, iđ møguliga koma suđur fríggjakvøldiđ 5.nov kl 20:45 skipa fyri eini stuttari óformellari kapping á Gisting viđ Á í Ørđavík. Tá hava tey iđ koma viđ Smyrli helst longu spælt seg heitan - Tey, iđ hava hug til tađ, vinarliga bođiđ Arnbirni í Smiđjuni frá á tlf 212324 áđrenn fariđ verđur av Havnini


Tađ er Eyđstein Lyngvej, iđ kemur at standa fyri matinum. Ikke er greitt hvat kostnađurin verđur, men SBF skal ikki hava nakran vinning og fleiri iđ møta bíligari verđur. Drykkjuvørur verđa ikki viđ í kostnađinum men tær kunnu keypast á stađnum. Um tađ er onkur, sum ynskir brunsj sunnumorgun kl 10:30 á Seglloftinum, kann hetta eisini bođast frá í øllum førum áđrenn borđhaldiđ - Brunsj kann hann bjóđa um nóg nógv tekna seg


Okur eru tíđliga úti viđ hesum, men Seglloftiđ má bíleggjast í góđari tíđ, tađ skal passa saman viđ skrá bridgesambandsins, og tey, iđ skulu bíleggja sær okkurt at búgva í, hava eisini møguleikan at bíleggja góđari tíđ. Okur bođa frá skjótast tilber hvat kostnađurin verđur báđi viđ og uttan brunsj sunnudag. Tit eru eisini vælkomin a bođa frá áđrenn hann hevur bođađ frá prísi


Smyril siglir av Havninin fríggjakv. kl 18:30 og leygarmorgun kl 07:00

Av Krambatanga sunnudag kl 08:30 og 17:30


Vinarliga sigiđ frá antin hjá:
Arnbirni í Smiđjuni 212 324
Connie Thomsen 221 205

Viđ bridgekvøđu
Nevndin í SBF -
Connie, Arnbjørn og Helgi

 

Leinkja til heimasíðuna hjá Suðuroyar Bridgefelag við nærri upplýsingum um m.a. tilmelding og gisting:

https://bridge.fo/Nevndin

 

Skrivað: Jens Pauli G. Nolsøe

Seinastu tíðindi

22. apr 2024

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann FM-heitið

11. apr 2024

FM-PØR

10. apr 2024

Opið hús Havnar Bridge­felag 11. apríl

29. mar 2024

Havnar Bridge­felag aðalfundur 18. apríl 2024 kl 17.30