Frálæra í bridge

Bridgeskúlin í Havn

Skeið fyri byrjarar er í Bridgehúsinum hvørt mánakvøld kl 19-21. Hóast frálæran er fyri nýggjar spælarar, eru royndir spælarar vælkomnir at taka lut og nýta mánakvøld sum venjingarkvøld ella seta seg við eitt borð saman við næmingunum og leggja lag á. Umframt at læra um bridge leggja vit stóran dent á, at hesi kvøldini gerast hugnalig fyri øll, sum møta upp. Vit byrjaðu um miðjan september og halda fram gjøgnum veturin til páskir. 

Bridgeskúli á Giljanesi

Vága Bridgefelag hevur fingið bridge við í kvølskúlanum í Vágum. Jákup Egholm, formaður í felagnum, stendur fyri tiltakinum, og hevur fingið Arnbjørn Sivertsen vestur at skipa fyri frálæruni. Skúlin byrjaði seinast í oktober og er hvørt týskvøld kl. 19.00-21.30. Higartil hava vit verið tvey ella trý borð. Nýggir næmingar og royndir bridgespælarar eru altíð vælkomnir at taka lut. Skeiðið endar einaferð í februar.

 

 

Ymiskt lærutilfar um bridge

 

Danskt/føroyskt lesitilfar fyri nýbyrjarar: Lær bridge

"Bridge - må vi ha´ lov"? av Villy Dam týtt til føroyskt av Arnbirni Sivertsen: "Bridge - kom og spæl"!

Læruríkar greinar um spælføring:

 

 

Arnbjørn Sivertsen skrivar:

Tey seinastu árini hava vit í Bridgeskúlanum í Havn og í Kvøldskúlanum á Giljanesi brúkt felags norðurlendska frálærutilfarið "Nordisk Standard". Hetta er tilfar gjørt í fýra pørtum (bókum,) Spil Bridge 1, 2, 3 og 4. Higartil hava vit bara undirvíst í tí fyrstu bókini, og hava síðani eggjað næmingum til at fara í gongd at spæla í feløgunum og sjálvi arbeiða víðari við meldisystemi og spæliteknikki. Verður áhugi fyri tí, og vit sum undirvísa hava orku til tað, er ætlanin eisini at skipa fyri undirvísing í teimum næstu bókunum í komandi árum.

 

Fyri at ikki alt skal fara fram á donskum, havi eg gjørt powerpoint-talvur á føroyskum til hvørt kapittul í Spil Bridge 1 til øll at brúka. 

Kap. 1 - innleiðsla (intro) (pptx)

Kap. 2 - deilkontrakt, útgangur og slemm (pptx)

Kap. 3 - góð ella ring kort? (pptx)

Kap. 4 - víðari meldingar oman á 1NT (pptx)

Kap. 5 - opningsmeld 1 í liti og svarmeldingar (pptx)

Kap. 6 - onnur melding opnarans (pptx)

Kap. 7 - onnur melding svararans (pptx)

Kap. 8 og 9 - defensivurin, innmeldingar og upplýsingardupling (pptx)

Kap. 10 - sterkar opningshendur (pptx)

Kap. 11 - veikar opningshendur, sperrumeld (pptx)

Kap. 12 - mótspælssignal, kapping og meldikort (pptx)

 

Kap. 1 - 12:  Allar talvurnar at prenta út (pdf)